Reyði Krossur Føroya fyllir 100 ár
What the source reports
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya verður leygarkvøldið klokkan 19. Á skránni eru tónleikur, samrøður og innsløg um tey 100 árini hjá Reyða Krossi og hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin. Til innsavningina fáa vit millum annað innlit í summarleguna hjá Reyða Krossi, har børn og sjálvboðin eru saman um felagsskap og góðar upplivingar. Eisini verður varpað ljós á samarittarnar og teirra sjálvbodna arbeiði. Heilsanir úr ymiskum londum og søgur, millum annað úr Ukraina, eru eisini á skránni. 100 ára Landsinnsavning - Edward Fuglø (Mynd: eybii myndir) Málningurin, sum Edward Fuglø hevur málað serliga til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi, verður boðin út á Landsinnsavningini.
Á kvøldinum verður ein uppboðssøla av einum málningi latin av Edwardi Fuglø. Edward hevur málað málningin serliga til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi, og talan er tí um eitt heilt serstakt verk. Allur ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen verða vertir. Sum nakað nýtt verða gestir í salinum undir beinleiðis sendingini, og fleiri enn 100 gestir verða við. Á tónleikaskránni eru Annika Hoydal, Tøgn, Ólavur Højgaard og Martin Joensen, Danny Baldursson, Guðrun Sólja og Sophilia. Endamálið við sendingini er at savna inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi, og at vísa, hvat felagsskapurin ger, og hví arbeiðið framvegis hevur týdning. Øll, sum keypa ein lutaseðil á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya , ella senda…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗