One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsPISA-kanningin: Eiga at taka ávaringar í álvara

PISA-kanningin: Eiga at taka ávaringar í álvara

Faroe IslandsBy Johnsigurd JohannesenSep 10, 2026, 1:57 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 10, 2026, 1:57 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Vánaligu úrslitini í lesing í nýggju PISA-kanningini koma ikki óvart á Lydiu Didriksen, fyrrverandi fólkaskúlalærara, sum eisini í nógv ár var fastur undirvísari í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Hon var í Breddanum fyrrapartin Lydia Didriksen tekur undir við, at tey ungu ikki bara skulu metast eftir teirra førleikum at lesa og rokna og øðrum, sum tað ber til at máta og seta tal á. Men tað merkir ikki, at ávaringar ikki skulu takast í álvara. Í Breddanum var eisini samrøða við tríggjar skúlanæmingar, sum sjálvir ásannaðu, at PISA-úrslitið er ræðandi, og at enska málið er vorðið alt ov ráðandi millum tey ungu.

Lydia Didriksen tekur undir við, at enska málið er stóri syndarin, tí tað hava nógvar kanningar eisini víst.. Skulu tey ungu læra seg góðan føroyskan málburð, so er skúlin ikki tað fyrsta, sum rennur næmingunum í hug. Soleiðis var tað eisini fyrr, tá tað var meira vanligt, at fólk prátaðu saman um alt, sum fyrifórst og var í gerandisdegnum, vísti Lydia Didriksen á. Men alt var ikki verri í skúlanum fyrr, heldur hon. Millum annað bleiv dentur lagdur á at læra børnini at lurta og síðan endurgeva tað, tey høvdu hoyrt. Hoyr innslag: 10092026_Kalsoyggin Allur Breddin kann hoyrast her. Undirheiti: Alt var ikki verri…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS