Næsta ár skal svartfuglaveiðan skrásetast
What the source reports
Tann 20. oktober var aftur loyvi at skjóta svartfugl, og eftir 1. januar skal øll veiða skrásetast á heimasíðuni hjá Havstovuni. Menn, sum hava skotið, siga, at nógvur svartfuglur er norðanfyri og eystanfyri, serliga álka. Veðrið hevur ikki verið lagaligt síðani 20 oktober, men fleiri bátar norðanfyri hava verið og skotið. Kaj Eli Sørensen, norðuri í Sundi, var ein lítlan túr um dagarnar eystanfyri og fekk 40 fuglar, tað mesta var álka. Hann sigur, at heilt nógvur fuglur var at síggja, bæði lomvigi, álka og lundi. Serliga legði beit hann merki í, at nógvar lundapisur vóru at síggja. Kaj Eli Sørensen vísir á, at ein grundgeving fyri at flyta veiðitíðina 20 dagar, var at 20. oktober var lundapisan farin til havs. Ein annar nevndarlimur í Veiði- og skjótifelagnum, Tóri Simonsen, var ein túr í dag. Hann og bátsfelagin fingu væl av fugli norðanfyri. Nógv mest av álku.
Teir sóu eisini nógva lundapisu, sum vanliga ikki verður skotin. Teir ringmerktu álkurnar, sum verða skotnar, eru íslendskar. Og tann ringmerkti lovigiin er oftast úr bretsku oyggjunum. Tann føroyski lomvigiin kemur vanliga undir landið fyrst í januar. Kunngerðin verður skjótt lýst Enn skal veiðan ikki skrásetast, men ein av allar fyrstu døgunum verður ein kunngerð lýst, sum ásetir, at øll vanlig fuglaveiða skal skrásetast. Tey, sum skjóta fugl, fleyga og draga lunda, taka lýra ella ræna egg skulu boða frá veiðini. Boðast skal frá, hvar og nær veitt varð, tal av veiddum fugli, fuglasløg og tal á veiðifólkum. Verður fuglur skotin, skal tal av monnum við byrsum skrásetast. Kunngerðin er gjørd, eftir at løgtingið samtykti at broyta Fuglaveiðilógina í mai mánað í ár. Tann stóra broytingin er, at nú er ikki loyvt at skjóta lomviga, lunda, álku og skarv fyrr enn tann 20 oktober. Áður kundu menn skjóta fugl frá 1.…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗