Finski uttanríkisráðharrin hittir Marco Rubio um Ukraina
What the source reports
Finski uttanríkisráðharrin, Elina Valtonen, fer í dag hitta amerikanska starvsbróður sín, Marco Rubio, í Washington, har tey skulu tosa um kríggið í Ukraina og viðurskiftini millum londini. - Fundurin við Rubio kemur í røttu løtu. Hann gevur okkum møguleika at tosa í trúnaði um, hvussu vit kunnu enda kríggið hjá Russlandi móti Ukraina.
Finnland stuðlar málinum hjá Ukraina um rættvísan og varandi frið, segði Valtonen. Tey bæði fara eisini at umrøða búskaparligt samstarv, tøkni og onnur viðkomandi uttanríkispolitisk viðurskifti, upplýsir finska uttanríkisráðið. Undir vitjanini í Washington fer Valtonen eisini at hitta onnur umboð fyri Trump-stjórnina á máli um uttanríkis- og trygdarpolitikk, umframt búskap og tøkni, skriva finska uttanríkisráðið. Undirheiti: Tey…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗