One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsFamiljuískoyti vrakað

Familjuískoyti vrakað

Faroe IslandsBy Jógvan JákupssonSep 10, 2026, 3:59 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 10, 2026, 3:59 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Løgtingið hevði í dag øðru viðgerð av einum andstøðuuppskoti um at broyta lógina um familjuískoyti. Endamálið er at veita fíggjarliga sperdum húskjum, sum eru hart rakt av hækkandi orkuprísum í ár, ein styrk í hesum árinum. Tað eru Tjóðveldi og Sjálvstýri, sum eiga uppskotið. Bjørg Brynhildardóttir Egholm er uppskotssetari og framsøgufólk fyri minnilutan í Trivnaðarnevndini, og hon greiðir frá um uppskotið. -Sjálv haldi eg, at tað er nokkso hjartaskerandi, tá mann t. d. lesur barnaverkætlanina, har sum mann hoyrir um børn, sum liva í køldum rúmum, ella hava tóm køliskáp, ella ikki kunnu fara har, sum vinfólkini fara. Vit halda ikki, at mann kann sita hendur í favn, og ikki royna at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri. Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið.

Grímur Sundstein er formaður í Trivnaðarnevndini og framsøgufólk fyri meirilutan, og hann greiðir soleiðis frá. -Tað gera vit, tí at vit halda ikki, at hetta her er ein haldbær loysn, við at mann á hvørjumn ári politiskt skal koma við hjálparpakkum. Vit vilja heldur fara inn at hyggja eftir eini meiri varandi loysn. Samgongan kemur kanska við onkrum í heyst Í vár kom landsstýrið við einari tíðaravmarkaðari MVG-frítøku av bensini og dieseli, sum nú er farin úr gildi. Tað var júst fyri at lækka um hjá fólki, tí orkuprísirnir vóru óvanliga høgir. Og tað er gjørligt, at samgongan fer at gera okkurt aftur. Í meirilutaálitinum til hetta uppskotið verður sagt, at "Landsstýrið fylgir neyvt við støðuni í samfelagnum, og um prísirnir á olju aftur hækka, og støðan gerst varandi, fer landsstýrið í heyst at taka støðu til um at veita hjálp til teirra, sum eru fíggjarliga sperd.…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS