TV 2 Sport: Jana Mittún skiftir til Nykøbing Falster
What the source reports
Jana Mittún hevur gjørt trý ára avtalu við Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, skrivar TV 2 Sport. Fyri kortum varð greitt, at Nykøbing Falster ikki leingir sáttmálan hjá væl dámdu Kristinu "Mulle" Kristiansen, ið hevur røkt spælskiparaplássið í meir enn 10 ár. Sambært donsku rásini verður føroyski bakspælarin avloysarin í bakketuni hjá NFH næsta ár.
Føroyska landsliðsstjørnarn skifti til Viborg úr H71 fyri trimum árum síðan og er júst farin í gongd við fjórða kappingarárið í jútska felagnum. Liðið er batna munandi hesi árini, men tað hevur verið torført hjá Janu Mittún og teimum at vinna seg upp ímillum fýra tey bestu; Odense, Esbjerg, Ikast og NFH. Ein annar føroyskur landsliðsspælari, Marita Mortensen, spælir í NFH í løtuni. Undirheiti: Jana Mittún fer úr Viborg, og skal loysa av fyri Kristinu "Mulle" Kristiansen…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗