Vit gita: Hetta verður liðið móti Kasakstan
What the source reports
Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan Nations League-dystinum móti Kasakstan. Føroyska ferðalagið fór leygarmorgunin úr Vágum til Keypmannahavnar, og síðani víðari til høvuðsstaðin í Kasakstan, Astana. Tað bleiv flogið beinleiðis í leiguflúgvara, men rutan bleiv longd, tí flogið bleiv runt um russiskt loftrúm. Eftir sjey og ein hálvan tíma komu spælararnir fram á miðjari nátt lokala tíð í Astana, sum er fýra tímar frammanfyri. Sunnudagurin fór við at koma fyri seg. Fótbóltsvenjingin bleiv vald frá og spælararnir vandu í styrkihøli. Á Radisson Blue gistingarhúsinum fingið miðlarnir høvi at gera nakar samrøður. Kringvarpið tosaði við Jóannes Bjartalíð, sum til dagligt spælir við FC Kyzylzhar í Kasakstan. Í hevur verið venjing á Astana Arena. Hetta er ein framkomin leikvøllur við grasslíki. Í vetrarhálvuni er tak á leikvøllinum.
Fleiri av spælarunum vóru eisini hugtiknir, tá teir komu á vøllin og sóu leikvøllin. Tað er pláss fyri 30 túsund áskoðarum, men tað verður væntandi ikki fleiri enn tíggju túsund til dystin í morgin. Undan venjingin var tíðindafundur. Við einum kasaka á liðnum í Jóannesi Bjartalíð, so var tað eitt upplagt høvi at geva hinum debut til tíðindafund hjá manslandsliðnum. Tað var rímiliga stórur áhugi fyri føroyska liðnum og hvussu Føroyar kunnu klára seg so væl millum kasakisku tíðindafólkini. Aftaná fingu miðlarnir høvi at tosa við Eyðun Klakstein, landsliðsvenjara, Poul Kallsberg og Samuel Chukwudi. Vanliga verður tikið til at spælararni, sum eru tøkir á tíðindafundinum, eisini byrja inn. Soleiðis er ikki heilt á hesum túrinum. Tað gav landsliðsvenjarin sær stundir at siga í samrøðuni við Kringvarpið. Vit gita Tað hava verið fleiri broytingar á liðnum millum tríggjar teir fyrstu dystirnar, men hesa ferð eru fýra dagar í…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗