One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Við Tórði á túri eftir veðrum í Tjaldavíkshólmi

Við Tórði á túri eftir veðrum í Tjaldavíkshólmi

Faroe IslandsBy AnonymousOct 5, 2026, 4:47 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 5, 2026, 4:47 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tjaldavíkshólmi. 14 fólk eru við úti í Hólminum í dag at reka veðrarnar í urðina, har teir verða tiknir. Vanligt var at hava 24 gimbrar úti í hólminum um veturin, men hesi seinastu fimm árini hava tey havt 12 veðrar har úti um summarið, frá fyrst í mai til út í oktober. Tað plagar at ganga væl, men henda dagin gongur minni væl.

Í fjórðu royndini at reka teir í urðina eydnast at fáa hendur á teimum. Ein av veðrunum leyp á bláman, men báturin, sum lá út fyri, tók hann upp. Sum nakað nýtt fær tann, ið hevur besta veðrin, eitt ferðasteyp, sum varð latið fyrstu ferð í fjør. Niels Jespersen, sum er seyðamaður eins og pápin var, greiðir frá úti í hólminum. Hini, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Krista Ludvig, Bergljót Ludvig, Olaus Jespersen, Óli Nielsen, Niels Bech og Sonne Ludvig. Mynd: Media: 1836274 Publish (dagfesting): Mánadag, October 5, 2026 - 17:46 Longd (sekund): 3 074 Frítekst tagging: Niels Jespersen Krista Ludvig Bergljót Ludvig Lávus Jespersen Óli…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS