Verjumálaráðharrin: Taka hendingina í størsta álvara
What the source reports
- Talan er um eina álvarsliga hending, sum vit taka í størsta álvara. Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, um neyðblussini, sum vórðu send av einari russiskari fregatt eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni. - Hetta er, so vítt eg veit, fyrstu ferð, vit síggja eina slíka hending, og hetta vísir, at russar eru farnir at hætta sær alt meira, sigur ráðharrin við danska TV2.
Sendiharrin boðsendur Russiski sendiharrin er eftir hendingina kallaður inn til samrøðu, sigur verjumálaráðharrin sambært Ritzau tíðindastovuni. Tað var í gjár, at skotið varð við sokallaðum neyðblussum eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni við Gedser. Neyðbluss eru eitt slag av pyroteknikki ella skreyteldagerð, sum verður nýtt, tá skip eru í neyð. Russiska fregattin skeyt tvey neyðbluss eftir tyrluni, og annað fór tætt fram við henni.…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗