One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsVerjumálaráðharrin kunnað flokkarnar um russisku neyðrakettirnar

Verjumálaráðharrin kunnað flokkarnar um russisku neyðrakettirnar

Faroe IslandsBy Johnsigurd JohannesenSep 15, 2026, 11:20 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 15, 2026, 11:20 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Tað er ikki í lagi, at russar fara at senda neyðrakettir, tá ein donsk tyrla flýgur yvir einari fregatt hjá teimum og tekur myndir. Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, við danska TV2, eftir kunningarfund í danska verjumálaráðnum fyrrapartin. - Nei, tað er ikki sjálvsagt. Fregattin var í altjóða sjógvi. Tyrlan hevur eina heilt lógliga orsøk til eisini at vera har, segði hann. Flokkarnir í fólkatinginum vórðu fyrrapartin kunnaðir um hendingina, tá ein russisk fregatt í gjár skeyt tvær neyðrakettir eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni. Vil elva til klandur - Russland vil seta ilt í og elva til klandur. Svar okkara er at standa enn betur saman og styrkja verjuna í Danmark og Evropa. Tað segði danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, í morgun.

Í skrivligum boðum til Ritzau tíðindastovuna segði Metta Frederiksen seg ikki vera bilsna av hendingini. - Hetta er partur av mynstrinum, vit síggja um alt Evropa. Eitt alt meira ágangandi og sjálvshevjandi Russland, sum hevur styrkt hybrid-kríggið móti Evropa, og sum støðugt bjóðar Nato av. Mette Frederiksen Metta Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix) Álvarslig hending Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruss, sigur talan vera um eina álvarsliga hending, sum verður tikin í størsta álvara. - Hetta er, tað eg veit um, fyrstu ferð, vit síggja eina slíka hending, og hetta vísir, at russar eru farnir at hætta sær alt meira, sigur ráðharrin við danska TV2. Russiski sendimaðurin er eftir hendingina kallaður inn til samrøðu, sigur verjumálaráðharrin sambært Ritzau tíðindastovuni. Tað var ígjár, at skotið varð við…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS