Vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum
What the source reports
Føroyar eru aftur av álvara farnar at vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Hann hevur júst verið í Noregi og Skotlandi í hesum ørindum. Jarðfeingi hevur í nógv ár granskað og greinað umstøðurnar á føroyska havbotninum, og nú verður føroyski landgrunnurin aftur marknaðarførdur fyri altjóða oljufeløgum. Talan er ikki bara um olju, men um onnur ráevni eisini. Jacob Vestergaard Jacob Vestergaard 700. 000 kr. á fíggjarlógini Í ár eru 700. 000 kr. í fíggjarlógini til oljuleiting.
Jarðfeingi hevur givið út frágreiðing um mineral á havbotninum á føroyska landgrunninum. Her er talan um millum annað sjáldsom jarðsløg og onnur kritisk ráevni, sum eru avgerandi fyri at gera hátøkni, eisini tøkni, sum verður brúkt í grøna orkuskiftinum. Serliga Ægisryggurin norðan fyri Føroyar tykist vera áhugaverdur. Men har er djúpt, tveir og hálvur kilometrar. Tað er tí stór tøknilig avbjóðing at fáa aftur í hesum ráevnum. - Óvist er, nær hetta gerst tøkniliga møguligt, og nær tað fæst at hanga fíggjarliga saman, sigur Jacob Vestergaard. Undirheiti: Talan er ikki bara um olju, men um onnur…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗