Varastjórastarv í Sjúkrahúsverkinum lýst leyst av nýggjum
What the source reports
Heilsu- og orkumálaráðið lýsir nú starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum. Bara tvær umsóknir komu til starvið, tá freistin fór 28. september. Tveir menn søktu, og farið var undir setanartilgongd. Heilsu- og orkumálaráðið sigur í dag, at tað metir ikki, at umsóknargrundarlagið er nóg breitt til at halda fram við setanartilgongdini.
Nýggja umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. oktober á middegi. Ovasti ábyrgdarhavandi lækni Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í sjúkrahúsverkinum. Varastjórin virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum. Tummas í Garði hevur verið varastjóri. Hann er farin frá og arbeiðir nú sum lækni. Undirheiti: Heilsu- og orkumálaráðið sigur í dag, at tað metir ikki, at umsóknargrundarlagið nóg breitt til at halda fram við…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗