Trump loyvir bíligum dieseli á almennum vegum
What the source reports
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skrivað undir fyriskipan, sum skal loyva nýtslu av sonevndum reyðum dieseli á almennum vegum. Einki avgjald er vanliga á hesum slagi av dieseli, sum er ætlað til landbúnaðarmaskinur og aðra útgerð, sum ikki verður brúkt á vegnum. Trump boðaði frá hesum á veljarafundi í Nebraska og viðgekk á pallinum, at hann ongantíð hevði hoyrt um reytt diesel áður. - Eg veit ikki, hvat fjandan tað er, men hvat tað so er, skal tað vera sera gott, segði Trump.
Trump sigur, at skipanin loyvir øllum at keypa avgjaldsfrítt reytt diesel til eitthvørt endamál. Avmarkað tiltak Men eitt faktablað hjá Hvítu Húsunum lýsir eitt heldur avmarkað tiltak. Fíggjarmálaráðið fær boð um at útseta innkrevjingina av avgjaldinum av slíkum dieseli, sum verður brúkt á almennum vegum, til árslok, uttan rentur ella gjøld. Samstundis fer deildin at kanna, um avgjaldið kann strikast heilt. Avgjaldið á dieseli er 24,4 cent fyri ein gallon. Í okkara peningi vil tað vil siga, at avgjaldið er 1,63 kr. fyri 3,79 litrar av reyðum dieseli. Ein tungur lastbilur, sum fyllir 250 gallon av reyðum dieseli í tangan, sparir við hesum umleið 60 dollarar í…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗