Telduálopið á Bakkafrost fær neyvan stórvegis avleiðingar
What the source reports
Tað fær neyvan stórvegis avleiðingar fyri Bakkafrost, at teldusníkar fingu atgongd til telduskipanir hjá felagnum hósdagin í farnu viku. Tílík álop skulu vera fráboðað Dátueftirlitinum innan 72 tímar, og tað varð gjørt, váttar Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum. Enn er eingin niðurstøða gjørd, men hann sigur, at tað fer neyvan at taka langa tíð. Tóri Højgaard Tóri Højgaard.
70-80 fráboðanir um trygdarbrot Dátueftirlitið hevur í ár fingið millum 70 og 80 fráboðanir um trygdarbrot, og tey flestu verða endað, uttan at meira hendir. Fyritøkurnar skulu siga, hvat er hent, hvussu tey hava roynt at fyribyrgt, at nakar skaði hendi, hvussu skaðin varð avmarkaður, og hvat felagið hevur gjørt fyri, at tað ikki skal henda aftur. Verður svarað nøktandi, verður málið lokað. Kann fyritøkan ikki svara hesum spurningum nøktandi, verður farið víðari við málinum, og tað kann gerast dýrt, tí bótin verður mett eftir umsetninginum. Undirheiti:…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗