Stórur fólkavøkstur við Skálafjørðin
What the source reports
Fólkavøksturin er stórur í kommununum við Skálafjørðin. Størsti vøksturin í prosentum er í Sjóvar kommunu, heili 6,1 prosent. Í august búðu 1346 fólk í Sjóvar kommunu, tað eru 77 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Hans Anders Jacobsen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og hann sigur soleiðis stóra vøksturin: 10092026_Hans_Anders Farna árið er fólkatalið í Runavíkar kommunu vaksið 114 fólk, úr 4. 434 upp í 4.
548 fólk. Vøksturin er 2,6 prosent. Í Nes kommunu er fólkavøksturin 2,7 prosent farna árið. Í august búðu 1645 fólk í Nes kommunu, tað eru 43 fleiri enn fyri einum ári síðani. Fjórða kommunan, sum hevur íbúgvar við Skálafjørðin, er Eysturkommuna, sum bygdin Undir Gøtueiði er partur av. Fólkavøksturin í Eysturkommunu farna árið er 2,2 prosent. Nú búgva 2354 fólk í kommununi, 50 fleiri enn í fjør. Undirheiti: Farna árið…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗