Seinastu royndarboringarnar í Traðardali gjørdar
What the source reports
Í dag vórðu seinastu royndarboringarnar gjørdar í Traðardali á Sandoynni. Boringarnar skulu geva neyvari vitan um jarðfrøðina og lendisviðurskiftini undir Traðarhamri. Ætlanin er at gera ein tunnil undir Traðarhamri sum part av vegaføringini til og frá Suðuroyartunlinum.
Vegaføringin skal leiða ferðsluna uttan um Sands bygd og víðari til tunnilsmunnan á Suðuroyartunlinum í Djúpadali. Úrslitini frá jarðfrøðiligu kanningunum skulu nú brúkast í endaligu projekteringini av tunnlinum undir Traðarhamri. Publish (dagfesting): Fríggjadag, September 11, 2026 - 19:53 Mynd: Media: 11092026_DoV_Royndarboringar…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗