One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Samuel úr Finnlandi til Eysturríki: - Eitt stórt fet upp

Samuel úr Finnlandi til Eysturríki: - Eitt stórt fet upp

Faroe IslandsBy AnonymousOct 5, 2026, 3:34 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 5, 2026, 3:34 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Føroyar og Eysturríki fara altíð at hanga óloysiliga saman; í hvussu er fótbóltsliga. Grundina munnu tey flestu kenna, men nú er eitt nýtt fótbóltssamband komið í lag ímillum londini bæði, tí í summar skifti Samuel Chukwudi úr finskum fótbólti til SV Ried í bestu deildini í Eysturríki. Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt har. - Tað er eitt gott skifti. Eitt ordiligt step-up frá finskum fótbólti. Tað er nógv ferð á spælinum í Eysturríki, spælararnir eru væl fyri fysiskt og tekniskt, og har eru nøkur góð lið, sum javnan spæla í evropeisku kappingunum, sigur Samuel Chukwudi.

SV Ried flutti upp fyri tveimum árum síðan, og í fjør endaði felagið nummar sjey av 12 liðum. Í ár er málið at enda í topp-seks, men júst nú ræður um, at tryggja Føroyum sín fyrsta sigur í Nations League-kappingini eftir tríggjar javnleikir á rað. Andrias Edmundsson er leikbannaður, og tí bendir nógv á, at Samuel Chukwudi kemur inn í verjuna í staðin. - Vit vóru seks miðverjar við, og allir kundu byrja inni, so tað er hørð kapping, men tað dámar mær væl, og eg vóni at byrja inni, sigur fyrrverandi HB-verjuspælarin. Í Eysturríki hava tey framvegis ikki gloymt lemjandi ósigurin fyri Føroyum, sjálvt um 36 ár eru liðin, síðan Torkil Nielsen skoraði í Landskrona. - Tey minnast tað faktiskt. Eg haldi, at tað var fyrsti dagurin har, tá ein…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS