Politiið ávarar føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar
What the source reports
Politiið ávarar nú eisini føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar, eftir at CPR (Det Centrale Personregister) hevur staðfest eitt álvarsligt trygdarbrot, har óviðkomandi hava fingið atgongd til nógv nøvn, bústaðir og CPR-nummur. Óviðkomandi einstaklingar hava fingið ólógliga atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og persónsnummur hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark. Teldusníkarnir hava nýtt lógarbundnu atgongdina hjá eini danskari fyritøku at leita í persónsnummarskránni, sum eitur CPR-skráin í Danmark, skrivar danska ráðið fyri gransking, útbúgving og talgilding í tíðindaskrivi. Nógvir føroyingar hava CPR-nummur, og vandi er nú fyri, at hesar persónsupplýsingar kunnu verða misnýttar.
CPR-nummar, CPR-nummar í Føroyum Ver varin Politiið heitir á fólk um at vera varin, um onkur kemur við óvæntaðari áheitan. - Ver serliga varin, um tú fært eini sms-boð, uppringing ella teldupost, har sendarin nevnir persónligar upplýsingar um teg. Minst til, at stovnar og myndugleikar ikki senda ella biðja um persónligar upplýsingar á henda hátt. - Trýst ikki á óvæntað leinki. - Um tú fært ein óvæntaðan teldupost ella sms-boð við einum leinki, mást tú ikki trýsta á tað. Far í staðin sjálv/ur inn á almennu heimasíðuna, ella ring til høvuðsnummarið hjá stovninum ella myndugleikanum og kanna, um áheitanin er sonn. - Lat ikki persónligar upplýsingar frá tær. Lat ongantíð upplýsingar um MitID, Samleikan, loyniorð, kortupplýsingar ella tílíkt frá tær. Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗