One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsPisa-kanningin verður nú fjórða hvørt ár

Pisa-kanningin verður nú fjórða hvørt ár

Faroe IslandsBy Herbjørg JøkladalSep 18, 2026, 11:20 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 18, 2026, 11:20 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Broytingin í Pisa-kanningini merkir, at føroyskir fólkaskúlanæmingar skulu til kanning fjórða hvørt ár, heldur enn triðja hvørt ár. Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi. OECD skipar fyri Pisa-kanningini. Føroyar eru ikki limir í OECD, men hava kortini luttikið í kanningini síðani 2006 sum partur av donsku luttøkuni. Føroyar eru tó ikki við í donsku tølunum. Føroysku úrslitini verða viðgjørd fyri seg og eru tøk í Føroyum, samstundis sum møguligt er at samanbera tey við úrslit úr øðrum londum.

Síðani 2006 hevur kanningin verið gjørd triðja hvørt ár í Føroyum, við undantaki av broytingini, sum kom í sambandi við koronufarsóttina. Nú verður kanningin gjørd fjórða hvørt ár. Næstu ferð føroyskir næmingar í 9. flokki skulu til Pisa-kanning, verður í 2029. Úrslitini verða almannakunngjørd í 2030. Kostnaðurin fyri føroysku luttøkuna hevur verið mettur til umleið 300. 000 til 400. 000 krónur um árið í trý ár. Tá eru kanningin, loyvir og frágreiðing íroknað. Tá kanningin frameftir verður fjórða…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS