Óli hitar upp til landsdyst á Champions League-vikuliðnum
What the source reports
Frálíka avrikið hjá Óla Mittún fyri GOG ímót Sporting hevur givið honum eitt pláss á Champions League-vikuliðnum hjá EHF. Bakspælarin skeyt 11 mál og legði upp til fýra í 37-35 tapinum fyri "Kiko" Costa og hinum portugisarunum, sum vunnu bólkin frammanfyri júst GOG. LES EISINI: Óli málglaður í tapi fyri Sporting Fjónliðið endaði nummar tvey og skal royna seg í miðumfarinum, har mótstøðan verður øgilig. Á vikuliðnum endaði Óli Mittún í bakketuni saman við Elohim Prandi úr PSG og Mathias Gidsel úr Füchse Berlin.
Ionuț Ciprian Iancu úr Dinamo Bucuresti er málverji, William Höghielm úr Kristianstad er á strikuni, Dragan Pechmalbec úr Veszprem er verjuspælari, høgri vongur er Leon Stehl úr Melsungen og vinstri vongur er fyrrverandi liðfelagin hjá Óla Mittún, Frederik Friche Bjerre, sum nú spælir við Wisła Płock. Unga føroyska landsliðsstjørnan hevur spælt sera væl higartil hetta kappingarárið, og tað boðar frá góðum, nú EM-undankappingin hjá manslandsliðnum fer í gongd. Mikudagin vitjar Kosovo við Tjarnir, har Føroyar mugu sigast at vera greiður favorittur, og sunnudagin skulu føroyingarnir royna seg í Montenegro. Undirheiti: Avrikið hjá Óla Mittún fyri GOG ímóti…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗