Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla
What the source reports
Ólavur Olsen er settur sum leiðari í Tórshavnar Musikkskúla, skrivar Tórshavnar kommuna. Ólavur Olsen er 49 ára gamal og útbúgvin tónleikari og tónleikalærari frá Det Jyske Musikkonservatorium við trompet sum høvuðsljóðføri. Í 2022 varð hann liðugur við diplomútbúgving í leiðslu á Glasi.
Ólavur Olsen hevur starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini síðan 2004, og hevur verið varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla síðan 2016. Seinastu tíðina hevur Ólavur Olsen røkt starvið sum virkandi leiðari í Tórshavnar Musikkskúla, og tekur nú við sum leiðari. Undirheiti: Hann hevur verið varaleiðari síðan 2016 Mynd:…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗