Norröna grøn í Seyðisfirði
What the source reports
Hósdagin í síðstu viku var fyri fyrstu ferð landstreymur settur til Norrönu. Og tað riggaði væl. Við átakinum sparir Norröna sjey til átta tons av olju um vikuna, umframt at talan er um væl minni CO2 útlát. Tað er Múlaþing kommuna, har Seyðisfjørður liggur, og streymorkufelagið, sum hevur fingið streymin til Seyðisfjarðar, og so er tað føroyska fyritøkan El-Talvuvirkið í Gøtu, Etv, sum hevur fingið tað tekniska at rigga umborð á Norrönu. Etv hevur samstarva við eina íslendska fyritøku, sum hevur gjørt tann partin av landstreyminum, sum er í havnini í Seydisfirði. - Tað er fyrstu ferð, at skip hava fingið landstreym í Seyðisfirði, sigur Eyðun Hansen, stjóri í Etv. Um eitt ár Norröna hevur nú teknisku útgerðina umborð til eisini at kobla í til landstreym, tá ið skipið leggur at aðrastaðni.
Men í Havn skulu fleiri ting gerast, áðrenn bindast kann í til landstreym. Sev skal veita leiðing oman á bryggjuna. Tá ið Smyril Line flytur í nýggja bygningin á havnalagnum seinni í heyst er ætlanin at taka núverandi bygningin niður, og har skal so byggjast ein transformatorstøð, sum eisini skal nýtast til landstreym. - Tað fer at ganga minst eitt ár, til Norröna kann brúka landstreym í Havn, sigur Heðin Mortensen, formaður í Havnanevndini í Havn. Tað er ein kostnaðarmikil íløga hjá Tórshavnar Havn at fáa landstreymin at rigga til Norrönu og onnur skip í tí støddini. Um 10 til 15 milliónir krónur 100 milliónir til stór ferðamannaskip Skulu stór ferðamannaskip eisini fáa landstreym, kostar tað nógv meira. Tey størstu brúka á leið eins nógvan streym, sum ein triðingur av øllum Føroyum brúka. Tað fer at kosta 100 milliónir ella meira, sigur Heðin Mortensen.…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗