Náttúran kann lekja okkum
What the source reports
- Enn manglar nógv gransking á økinum, men eg vil siga, at í ein ávísan mun kann náttúran virka sum heilivágur. Orðini eigur kendi, danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling. Sambært honum er tað av alstórum týdningi, at vit brúka meira tíð úti í náttúruni. Bæði børn og vaksin. - Tá tað snýr seg um mentala heilsu, so er eingin ivi um, at náttúran ger nakað gott við okkum. Og eisini fyri okkara fysisku heilsu.
So heldur enn at fara inn í eina venjingarmiðstøð, kann mann viðhvørt fara út í náttúruna, sigur Peter Qvortrup Geisling. Hann vísir á, at náttúran eisini hevur eginleikar at fáa okkum at seta ferðina niður, og tað er nakað, okkum øllum tørvar: - Vit eru ikki gjørd til tann lívsstílin, sum flestu okkara hava í dag. Vit hava ov nógv um oyruni og átaka okkum ov nógvar uppgávur. Úti í náttúruni fáa vit ein steðg frá øllum meldrinum, tí tempoið verður automatiskt sett niður, og tað eru júst hesir steðgirnir, sum vit hava brúk fyri, sigur Peter Qvortrup Geisling. Í Heilsuhorninum hesa…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗