Næstan helvtin av norskum foreldrum velja longri barsil
What the source reports
Síðani norska stjórnin broytti barsilsskipanina í 2024, er parturin av foreldrum, sum velja longri barsil við 80 prosentum í lønardekningi, vaksin við umleið 30 prosentstigum. – Vit hava gjørt foreldrapengaskipanina meira smidliga, so færri foreldur hava tørv á at taka barsil uttan løn. Úrslitið vísir, at hetta var ein broyting, sum nógv foreldur ynsktu, sigur norski barna- og familjumálaráðharrin, Lene Vågslid. Frá 1. juli 2024 fingu foreldur, sum velja 80 prosent foreldrapening, 11 dagar longri barsil. Broytingin hevur við sær, at samlaða virðið av skipanini í praksis er tað sama sum við 100 prosentum í lønardekningi.
Sambært Vågslid hevði munurin, sum áður var millum tær báðar barsilsskipanirnar, við sær, at nógv foreldur tóku barsil uttan løn og harvið vóru í vanda fyri at missa týdningarmikil rættindi sum løntakarar. Fyrra hálvár í 2026 valdu 48 prosent av foreldrunum 80 prosent í lønardekningi. Sama tíðarskeið í 2025 vóru tað 38 prosent. Sambært norska arbeiðs- og vælferðarstovninum NAV eru 9,4 prosent fleiri, ið fingu foreldrapening fyrra hálvár í 2026 samanborið við 2025. Samanborið við 2017 er talan um ein vøkstur upp á 14,6 prosent. Vøksturin síðani 2017 stavar í høvuðsheitum frá, at fleiri pápar enn áður fáa foreldrapening. Vågslid sigur, at norska stjórnin arbeiðir fyri…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗