Miriam í bestu donsku deildini: Tað kennist óveruligt
What the source reports
Í kvøld røkkur Miriam í Grótinum einum máli, sum hon hevur arbeitt hart og leingi fyri. Sterki badmintonspælarin úr Havn verður nevniliga fyrsti føroyingurin, sum spælir í bestu donsku deildini, Badmintonliguni. - Tað kennist faktiskt óveruligt. Tá venjarin segði tað við meg áðrenn summarfrítíðina, trúði eg tí ikki heilt. Ikki fyrr enn eg nú sá navnið hjá mær á liðuppstillingini. Tað er so stórt í sjálvum sær, sigur Miriam í Grótinum. - Eg eri eisini fyrsti føroyingur sum spælir í bestu deildini, og tí eri eg sjálvandi sera errin av og taki tað sum eitt stórt herðaklapp frá venjaranum. Krevur bæði tol og ágrýtni Fleirfaldi føroyameistarin hevur spælt fyri danska felag sítt í hálvtfjórða ár, og samstundis sum KBK flutti upp, var Miriam í Grótinum vald út til at vera millum føstu spælararnar á besta liðnum, har sera hørð kapping er um plássini.
Til dømis hevur felagið útvega sær Anders Skaarup Rasmussen, sum hevur kappast til OL og er nummar 15 á heimsstyrkilistanum í tvímansleiki, at umboða felagið í bestu deildini. Tað hevur kraft nógva venjing og stríð at vinna pláss millum tey fremstu í felagnum, og viðhvørt hevur Miriam í Grótinum verið nær við at missa mótið. - Kósin hevur ikki verið bein, men heldur havi eg havt bæði upp- og niðurtúrar á leiðini. Fyri tveimum árum síðan, spældi eg á 3. liðnum og var sera vónbrotin. Eg var nær við at skifta felag, men góða sosiala mentanin í KBK og eitt prát við venjaran um hansara ætlan, hildu mær aftur, greiðir Miriam í Grótinum frá. - Tað krevur bæði tol og ágrýtni, tá harða arbeiðið ikki sæst aftur í, hvørjum liðið tú skalt spæla fyri, og eg eri glað fyri, at eg havi havt bæði tvey, sigur føroyski badmintonspælarin. dsc07140. jpg Frítekst tagging: Ítróttur oyggjaleikir Oyggjaleikir 2025 Orknoyggjar 2025 Føroyar hava tikið seg…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗