Martin Jarnskor skal bjarga B68
What the source reports
B68 hevur boðað frá, at Martin Jarnskor verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Hann avloysir Alexandar Jovevic, ið bleiv loystur úr starvi eftir at B68 tapti á Skála. Hjálparvenjari verður Pedro Taracon Anton. B68 liggur í løtuni á aftasta plássi í Meistaradeildini við 16 stigum. Tað eru fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna. Hetta er sættu ferð í ár, at eitt lið í Meistaradeildini skiftir venjara. Hini eru KÍ, HB, B36, Skála og 07 Vestur. Serliga Skála og 07 Vestur hava verið í somu støðu sum B68. Tey berjast fyri at sleppa undan niðurflyting. Á Dungasandi tók Tór-Ingar Akselsen við eftir Michael Schønberg og á Skála tók Poul N. Poulsen við eftir Paula Poulsen.
Felags fyri nýggju venjararnar er, at teir kenna felagið væl, men hava ongar royndir sum venjarar í Meistaradeildini. Martin Jarnskor hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá B68. Hann hevur vánaligastu kortini á hondini. B68 er aftast við 16 stigum. 07 vestur hevur 18 stig á 9. plássi og Skála hevur klórað seg upp á 7. pláss við 21 stigum. EB/Streymur-B682026. jpg Frítekst tagging: #fótbóltur Meistaradeildin Meistaradeildin menn EB/streymur B68 Búi Egilsson Aron Reinert Hansen Hini venjaraskiftini hava verið í ovara hálvu av stigatalvuni. Lukasz Cieslewicz tók við í HB, tá André Olsen fór frá. Í B36 legði Jákup Martin Joensen kongin. Ítróttarstjórin, Jákup á Borg, hevur fyribils tikið við. Og so er Fróði Benjaminsen, ið hevur tikið yvir í Klaksvík. Tað verður fult umfar í…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗