Magdalena Andersson fer at tosa við seks floksleiðarar
What the source reports
- Eg fari at tosa við seks floksleiðarar, sigur Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki. Hon leggur afturat, at tað veldst um, um hon fær litið upp í hendur kanna møguleikarnar at skipa stjórn. - Nú fáa vit at síggja, um eg fái uppgávuna, og síðani fari eg undir samrøður og samráðingar við aðrar flokkar, sigur hon við svenska kringvarpið. Magdalena Andersson sigur, at hon hevur tosað við fleiri floksforfólk seinastu dagarnar um ymisk mál. Andreas Norlén, val í Svøríki Andreas Norlén, formaður í Ríkisdegnum, hevur fund við flokkarnar hvør sær, og fær uppskot um, hvør skal vera forsætisráðharri. (Mynd: TT/Ritzau Scanpix) Formaðurin skal finna uppskot Formaðurin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén, fór fyrrapartin undir arbeiðið finna uppskot til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki.
Tíðliga seinnapartin í gjár boðaði Ulf Kristersson frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri. Hann staðfesti samstundis, at tað nú var formaðurin í Ríkisdegnum, sum skuldi taka næsta stigið at fáa skipað nýggja stjórn. Ulf Kristersson Ulf Kristersson hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri. (Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix) Vunnu tepran sigur Bláguli vongur hansarar tapti valið, og reyðgrøni vongurin hjá Malenu Andersson vann tepran sigur. Reyðgrøni vongurin við sosialdemokratisku Magdalenu Andersson á odda fekk 176 sessir í Ríkisdegnum, meðan bláguli vongurin hjá Ulf Kristersson, formanni hjá liberal-konservativu Moderatunum, fekk 173 sessir. Tað var greitt í gjár, eftir at allar atkvøðurnar vóru taldar. Klokkan tíggju fyrrapartin, svenska tíð, fór formaðurin, Andreas Norlén, í holt við forfólkini. Fyrst á skránni var Magdalena Andersson. Síðani Svøríkisdemokratarnir, Vinstraflokkurin, Centerpartiet,…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗