One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsMøguligt EM endaspæl í Føroyum í 2034

Møguligt EM endaspæl í Føroyum í 2034

Faroe IslandsBy Heini JohannesenSep 18, 2026, 3:02 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 18, 2026, 3:02 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Føroyar kunnu fyri fyrstu ferð gerast vertir fyri dystum í einum EM-endaspæli í hondbólti. Hondbóltssamband Føroya hevur boðað Evropeiska Hondbóltssambandinum, EHF, frá, at Føroyar hava áhuga fyri at vera við til at hýsa EM hjá kvinnum í 2034. Talan er enn ikki um eina endaliga umsókn. Føroyar eru eitt av fimm londum, sum hava víst áhuga. Hini eru Danmark, Svøríki, Niðurlond og Luksemborg. Føroyar skulu tó ikki standa einsamallar sum vertir.

Hondbóltssambandið arbeiðir við Danmark og møguliga Svøríki um ein felags vertskap. Ein møguleiki er, at nakrir av bólkunum í endaspælinum verða spældir í Føroyum. Tað hevði eisini kunnað givið føroyska kvinnulandsliðnum møguleikan at spæla EM-dystir á heimavølli og framman fyri føroyskum áskoðarum. Áðrenn tað kann gerast veruleiki, skulu fleiri viðurskifti fáast upp á pláss. Eitt EM setur millum annað krøv til høll, gisting og ferðasamband. Enn er tó langt á mál. Føroyar hava fyribils bara boðað frá áhuga fyri vertsskapinum.…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS