Londini í ríkisfelagsskapinum fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum
What the source reports
Føroyar, Grønland og Danmark fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum. Á nýggjárinum taka Føroyar, Grønland og Danmark við formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Tað upplýsir danska fólkatingið. Hetta verður fyrstu ferð, at londini í ríkisfelagsskapinum hava formansskapin saman. Lars Christian Brask Lars-Christian Brask. (Mynd: Altinget) Lars-Christian Brask, sum er fólkatingsmaður fyri Liberal Alliance og formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, verður nýggjur forseti í ráðnum.
Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum saman við Bjørg Brynhildardóttur Egholm, umboðar løgtingið í Norðurlandaráðnum, er vald sum varaforseti í ráðnum. Hon sat í forsetasessinum á fundinum í Helsinki í dag i sambandi við, at sitandi og nýggi formansskapurin býta uppgávuna millum sín. Finnland hevur formansskapin í ár, men letur hann frá sær á nýggjárinum. Norðurlandaráðið Føroyar hava formansskapin í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum næsta ár. Jóhannis Erlendsson, vinstrumegin, verður formaður. Her av hann avmyndaður saman við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum verður varaforseti í Norðurlandaráðnum næsta ár. (Mynd: Kristina Háfoss á…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗