Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba
What the source reports
Ljósareyður oktober varpar ljós á bróstkrabba, og Krabbameinsfelagið skipar í hesum sambandi fyri tiltøkum kring landið við serligum denti á felagsskap og rørslu. Ein týðandi liður í arbeiðinum móti bróstkrabba er at finna sjúkuna tíðliga. Kvinnur í Føroyum millum 50 og 69 ár fáa annaðhvørt ár tilboð um mammografiscreening. Við screeningini ber til at síggja broytingar í bróstinum, áðrenn kvinnan sjálv kann merkja tær.
Men bróstkrabbi rakar eisini yngri kvinnur. Súsan Joensen var 39 ára gomul, tá hon í desember 2015 fekk staðfest bróstkrabba. Síðani hevur hon verið opin um sína sjúkugongd og bæði bloggað og hildið fyrilestrar um evnið. Í desember eru 11 ár liðin, síðani hon fekk staðfest sjúkuna. Í dag er Súsan Joensen krabbafrí, men hon hevur framvegis valt at siga sína søgu fyri at varpa ljós á bróstkrabba. Sí innslag í Degi og Viku: Brostkrabbi_okt_2026 Undirheiti:…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗