Landsstýrismaðurin: Vert at kanna rúmdarvirksemi í Føroyum
What the source reports
Danska lógin um rúmdarvirksemi frá 2016 er ikki er sett í gildi í Føroyum. Tað er ikki á hvørjum degi, heldur ikki annan hvønn dag, at løgtingið viðger rúmdarvirksemi. Men Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um rúmdarvirksemi í Føroyum. Landsstýrismaðurin svarar, at einki lógargrundarlag er í Føroyum.
Økið verður mett at vera í málsøkinum flogferðsla, og er tí ikki yvirtikið málsøki. Jacob Vestergaard sigur, at tað er ein sannroynd, at okkara grannalond hava økt virksemið á hesum økinum seinastu árini. Tað er tí vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvirksemi av ymiskum slagi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin. Les svarið her. Undirheiti: Danska lógin um rúmdarvirksemi er ikki sett í gildi í Føroyum, og økið verður mett at vera í…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗