Landsstýrismaðurin um sendistovur: Langt millum orð og gerðir
What the source reports
Beinir Johannesen, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, hevur gjørt greitt, at sendistovan í Telaviv í Ísrael skal ikki niðurleggjast. Hann segði við útvarpið um vikuskiftið, at hetta hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður i uttanríkismálum, fingið at vita, bæði fyri og eftir at fíggjarlógaruppskotið var lagt fram. Bárður á Steig Nielsen, sum eigur uppskotið um at niðurleggja sendistovuna, ásannar, at tað onkuntíð kann vera langt millum orð og gerð í politikki.
Føroysk sendistova í Ísrael, Jenis av Rana á føroysku sendistovuni í Ísrael Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá sendistovan í Ísrael læt upp. Hann sigur, at niðurleggja sendistovur byrjaði longu áðrenn samgonguskjalið varð undirskrivað. Bárður á Steig Nielsen sigur, at ætlanin um at niðurleggja sendistovuna í Tel Aviv er ikki tikin úr leysum lofti. Hóast løgmaður nú hevur gjørt greitt, at sendistovan í Ísrael skal ikki lata aftur, væntar Bárður á Steig Nielsen ikki, at hetta fer at ávirka sjálvt samgongustevið, men hann vísir á, at tað er neyðugt at tora at fremja bygnaðarbroytingar. Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: 05102026_Bardur_og_sendistovur Sí eisini : Sendistovan í Tel Aviv fer…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗