Landsstýriskvinnan: Raðfesta onnur øki enn serlæknapuljuna
What the source reports
Tað hevur vakt ans, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini næsta ár til serlæknapuljuna í Sjúkrahúsverkinum. Læknafelagið hevur rópt varskó, og hevur víst á, at serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv. Og tørvur er framvegis á serlæknum. Í frágreiðingini “Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum”, sum Heilsumálaráðið gav út í 2024, var mælt til at økja talið av normeraðum serlæknastørvum í Sjúkrahúsverkinum úr 68 upp í 121. Ragnar Djurhuus Hammer Ragnar Djurhuus Hammer. Játtanin í fjør var slakar fýra milliónir, men næsta ár verður hon flutt til vanliga raksturin at fíggja longu sett størv.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða eisini er við Ragnar Djurhuus Hammer, formann í Læknafelagnum: 06102026_Ragnar_og_Laeknafelagid Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hon hevur avgjørt at raðfesta onnur øki enn serlæknapuljuna næsta ár. Talan er m. a. um akutta tilbúgving í sambandi við barnsburðar- og narkosu, peningur er settur av til krabbameinsøkið og royndarverkætlan í Suðuroy um endurvenjing, og peningur er eisini settur av til berarakanningar. Eyðdis Hartmann Niclasen, mynd: Bjarni Frítekst tagging: Eyðdis Hartmann Niclasen mynd: Bjarni Árting Rubeksen Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Landsstýriskvinnan sigur, at verður peningur tøkur, verður hann settur av til serlæknapuljuna. Hoyr samrøðu við Eyðdis Hartmann Niclasen, sum var gestur í útvarpsstovuni: 06102026_Eyddis Serlæknapuljan er ein serstøk játtan á fíggjarlógini. Hon kann brúkast til at seta serlæknar í starv í eini knappari vending uttan at skula finna fígging ella eykajáttan. Serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv. Eitt nú hjartalækna, lungnamedisinara, ortoped og…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗