KT-trygdarserfrøðingur: Noyðast at venja okkum við telduálop
What the source reports
- Vit verða noydd at venja okkum við slík telduálop frameftir. Tað sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur. Tí er tað týdningarmikið, at fyritøkur eru væl fyrireikaðar og vita, hvussu tær skulu bera seg at, tá eitt telduálop rakar. Sí eisini: Teldusníkar lupu á Bakkafrost í átta tímar Bakkafrost er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum, við framkomnari verjuskipan ímóti telduálopum.
Men sum heild er tað ivasamt, hvussu føroyskar fyritøkurnar eru fyrireikaðar, um eitt álvarsligt KT-álop rakar. Samstundis sum vit í dag hoyra um álopið á Bakkafrost, hava teldusníkar fingið atgongd til og stolið CPR-nummar hjá 8,8 milliónum skrásettum persónum í Danmark. Fyri fáum døgum síðani varð Danmarks Tekniske Universitet eisini rakt av einum teldusníkaálopi. Og hetta er nakað, sum vit mugu venja okkum við framyvir, sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 06102026_KT-trygd Undirheiti: Tað er tað…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗