Í myndum: Rúnarsteinurin av Sandi vístur fram á Tjóðsavni Føroya
What the source reports
Tiltak á Tjóðsavninum Frítekst tagging: #søga Áhugin var stórur, tá rúnarsteinurin og aðrir fornlutir, ið vórðu funnir á Sondum á Sandi fyrr í ár, vórðu vístir fram alment fyri fyrstu ferð. Greitt varð frá, hvussu tey á Tjóðsavninum funnið fornlutirnar, og hvat teksturin á rúnarsteininum merkir. Umframt at fornlutirnir vórðu vístur fram alment fyri fyrstu ferð, var tað nevniliga eisini í dag, at teksturin á steininum varð kunngjørdur. Lisbeth M. Imer, rúnufrøðingur Tá rúnarsteinurin varð funnin, týddu fornfrøðingar á Tjóðsavninum leystliga hvat stóð á honum, men tey høvdu tørv á einum rúnufrøðingi, fyri at gera eina nágreiniliga týðing. Tey sendu sostatt boð eftir Lisbeth M. Imer, ið hevur funnið fram til, at teksturin merkir: ... isle (x) hvílur her. Fólk til tiltak í Tjóðsavninum Salurin var á kjafti við forvitnum fólki.
Tiltak á Tjóðsavninum Rúnarsteinurin á Sondum á Sandi er fyrsti rúnarsteinur, ið er funnin í Føroyum í tjúgu ár. Tiltak á Tjóðsavninum Sjáldan hava so nógv fólk verið til eitt tiltak í Tjóðsavninum. Lisbeth M. Imer, rúnufrøðingur Lisbeth M. Imer, rúnufrøðingur, greiðir frá. Fornlutur á Tjóðsavninum Ein av fornlutunum, ið varð funnin í útgrevstrinum á Sondum á Sandi. Fornfrøðingarnir meta, at hetta var ein kola, ið er gjørd úr bassalti, frá umleið ár 1400. Fornlutur á Tjóðsavninum Enn ein fornlutur, í hesum føri, ein figurur av Mariu. Flestu lutirnir høvdu við átrúnaðarligt virksemi at gera og vórðu allir mettir at vera frá umleið ár 1400. Tí verður eisini mett, at bygningurin tey hava funnið, allarhelst hevur verið eitt bønhús frá miðøldini. Rúnarsteinum, Tjóðsavnið ... isle (x) hvílur her. Mett verður, at har kanska er eitt G frammanfyri. Gisle var nevniliga eitt vanligt norðurlendsk navn í miðøldini. Enn veit mann ikki hvør hesin persónurin var, og…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗