One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Hondbóltskvinnurnar: Hópurin trimmaður til EM-venjingardystir

Hondbóltskvinnurnar: Hópurin trimmaður til EM-venjingardystir

Faroe IslandsBy Símun Christian OlsenOct 7, 2026, 9:09 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 7, 2026, 9:09 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Claus Mogensen hevur trimmað burturav bruttohópinum, sum var savnaður í Føroyum í september, og hevur tikið 16 spælarar út til EM-venjingardystirnar ímóti Eysturríki seinni í oktober. Av teimum, sum vóru tiknar út av fyrstan tíð, eru Gylta Djurhuus á Neystabø, Lív B. Zachariasen, Lukka Arge, Inga Maria Roysdóttir, Sára Berg á Lag, Anna Elisabeth Halsdóttir Weihe og Súna Krossteig Hansen ikki við ímóti Eysturríki. Súna Krossteig Hansen var heldur ikki við í september, tí hon er skadd, og ivasamt er, um hon nær at gerast klár til EM-endaspælið í desember. Harumframt venja Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 við hópinum 18. og 19. oktober, áðrenn leiðin gongur til Eysturríkis mikudagin 20. oktober. Venjingardystirnir vera hósdag Av teimum, sum eru tiknar út, eru Ró Reginsdóttir úr Neistanum og Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF verdar at nevna. Tær eru einastu spælararnir úr føroysku deildini.

Landsliðið savnast í Føroyum sunnudagin 18. oktober og venur í Føroyum fram til mikudagin 21. oktober, tá ferðast verður til Eysturríkis, har tveir vinardystir eru á skrá. Hin fyrri verður hósdagin 22. oktober og hin seinni leygardagin 24. oktober kl. 16. 15. Tveir dystir eru eisini á skránni í november áðrenn EM-endaspælið. Talan er um Golden League í Norra móti Norra og Danmark. Føroyski landsliðshópurin: Málverjar Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (Danmark) Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (Pólland) Bakkar Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (Danmark) Jana Mittún, Viborg HK (Danmark) Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (Danmark) Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (Danmark) Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (Danmark) Ró Reginsdóttir, Neistin Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF Vengur Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (Danmark) Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS