One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsHetta hendir á Tjóðpalli Føroya komandi árið

Hetta hendir á Tjóðpalli Føroya komandi árið

Faroe IslandsBy Eyðfinn JensenSep 19, 2026, 1:54 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 19, 2026, 1:54 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

1833410 Farna árið á Tjóðpallinum Á afturvendandi árliga tiltakinum varð avdúkað, hvørjar leikupplivingar verða á Tjóðpallinum komandi árið. Eisini varð greitt frá øðrum spennandi ætlanum og virksemi bæði á og handan pallin. Harald Thompson Rosenstrøm, sum nú hevur verið stjóri á Tjóðpalli Føroya í hálvtannað ár, byrjaði við at gera støðuna upp. Í mun til tiltakið í fjør, tá strategi og kós vórðu løgd fram, snúði framløgan seg hesa ferð eisini um farna árið og um tað, sum bíðar. Tjóðpallurin hevði seinasta árið fýra frumsýningar: Gerandislív í triðja ríkinum, Skeivur, Holið og Øskufía . Harumframt vóru tríggjar verkstovur fyri palllistafólk og tvær audition-verkstovur, har nýggir sjónleikarar kundu vísa seg fram. Eisini vóru morgunvenjingar, lesingar av føroyskum leikritum og pallborðskjak um nýggjan sjónleikabygning saman við Norðurlandahúsinum.

Stjórin fegnaðist um, at almenni stuðulin í fjør vaks við 1,5 milliónum krónum. Tað gevur møguleika at seta fleiri fólk í starv og skapa størri støðufesti í starvsfólkahópinum. Tjóðpallurin hevur eisini nýliga sett Mikkjal N. Helmsdal í starv sum fyrisitingarligan samskipara. Í summar var leikurin Holið á altjóða ferð og hevði tríggjar fullsettar sýningar á Valmiera Theatre Festival í Lettlandi. Leikurin varð síðani eisini sýndur á Teaterfestivalen í Fjaler í Noregi. Í august sendi Tjóðpallurin eftir almennari umsókn Annu Joensen-Næs og Annfríð Johansen á eina fimm daga leikritaskrivilegu í Spydeberg í Noregi. Legan var skipað av Unge Viken Teater og Ung Tekst og savnaði ungar leikritaskrivarar úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Umvæling í Tórsgøtu Harald Thompson Rosenstrøm greiddi frá, at umvælingin av hølunum hjá Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu nú er farin í gongd. Tórshavnar kommuna hevur játtað 2,5 milliónir krónur, og…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS