Heimsstjørnan, ið føroyingar ikki vita, at teir eiga
What the source reports
Janus Rasmussen . Navnið sigur kanska ikki føroyingum nakað serligt í sær sjálvum. Men um tú sigur, at Janus Rasmussen er hin helvtin av føroyska superbólkinum BYRTA , ið hann hevur saman við Guðrið Hansdóttir, so rakna flest allir føroyingar nokk við. Men Janus Rasmussen, ið hevur búð í Reykjavík síðani 2008, er eisini heimsstjørnan, ið vit føroyingar ikki vita, at vit eiga. Tá Janus Rasmussen ikki ognartekur heimliga tónleikapallin saman við BYRTA, so er ferðast hann runt til heimsins størstu elektronisku tónleikapallar at framføra - antin einsamallur ella saman við íslendska Ólafur Arnalds í heimskendu dou-ini Kiasmos . Gestur í LEITISSTEIN Fríggjadagin klokkan 13 er Janus Rasmussen gestur í útvarpssendingini LEITISSTEIN í sambandi við, at hann útgav Janus plátuna "Inert" í summar.
"Inert" er onnur solopláta Janusar eftir "Vín" frá 2019, sum eitt nú var í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020 . Konsertferðin hjá Janusi í november sigur í roynd og veru alt um, hvussu umbiðin havnamaðurin í Reykjavík er, tí tá vitjar Janus Rasmussen fýra evropiskar býir upp á fýra dagar. Mikudagin 25. november framførir hann tvær konsertir í París. Dagin eftir, hósdagin 26. november, er hann í London, har eisini tvær konsertir eru á skránni. Áðrenn leiðin gongur til Warsawa í Póllandi, fríggjadagin 27. november, og síðani til Berlin leygardagin 28. november. Janus Rasmussen, Inert Mynd: Janus Rasmussen á Instagram Brýtur upp úr nýggjum "Inert" skilmarkar byrjanina til eitt nýtt tíðarskeið tónlistarliga hjá Janusi, tí hann er byrjaður at syngja aftur, sum annars ikki er nakað, ið hann hevur gjørt síðani tíðina við bólkunum Lama Sea í 00-unum og Bloodgroupe í 10-unum. "Eg komi frá einari rokkbakgrund við Lama Sea, so eg havi saknað at brúkt røddina. Elektroniski…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗