One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsHeimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

Faroe IslandsBy Sissal Carlsdóttir á LagSep 15, 2026, 9:02 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 15, 2026, 9:02 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll ávikavist 26. og 27. september kl. 19. 30. og kl. 16. 00. ”At tað hevur eydnast at fáa Antje Weithaas at spæla við Symfoniorkestrinum er heilt fantastiskt. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit fáa slíkar vitjanir. Catherine Larsen-Maguire kennir Antje, og gjøgnum Catherine hava vit fingið samband við hana. Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni”, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum. Violinkonsert – Ludvig van Beethoven Víðagitna violinkonsertin er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði. Violinleikarin Franz Clement frumframførdi konsertina í 1806.

Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844. Tá spældi bert 12 ára gamli evnaríki Joseph Joachim verkið saman við ”London Philharmonic Society” undir leiðslu av Felix Mendelssohn. Í dag er violinkonsertin víðagitin. Symfoni nr. 60 – Joseph Haydn Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til skemtileikin Le Distrait – gloymski maðurin eftir franska leikritahøvundin Jean-François Regnard. Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum, er, at tað er í seks satsum – ein symfoni hevur vanliga fýra satsir. Sound and Fury – Anna Clyne Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS