- Hatta er ikki normalt
What the source reports
Tí tá ein kvinna fær at vita, at „hatta er ikki normalt“, merkir tað samstundis, at tað ikki er hon, sum er trupulleikin. Hon er ikki erkvisin, og hon skal ikki bara læra seg at liva við pínuni. Tú ert ikki einsamøll, og tað er ikki normalt, at tú hevur so ilt, at panodil ikki riggar. - Ann Chanett Danielsen Hetta er boðskapurin, sum Ann Chanett Danielsen og Sólfríð Maria í Rók høvdu við sær inn í útvarpsstovuna, tá tær greiddu frá lívinum við endometriosu í sendingini Tí tú ert kvinna . Endometriosa er ein kvinnusjúka, sum millum annað hevur ógvusliga menstruatión og nógva pínu við sær, og samstundis ein kvinnusjúka, sum lítið og einki hevur verið tosað um.
Hetta er orsøkin til, at tær báðar nú tosa opið um sínar upplivingar við sjúkuni. Bæði Ann Chanett og Sólfríð Maria vóru vaksnar, áðrenn tær funnu útav, hvat tað var, teimum bagdi, og tað vísti seg hjá teimum báðum, at linni var at finna. Umframt tær báðar greiðir Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, frá sjúkuni, og vit hoyra um eina granskingarætlan, sum er í gongd um møtið, føroyskar kvinnur við endometriosu hava við heilsuverkið. Søgurnar hjá Ann Chanett og Sólfríð Mariu rúma meira, enn pláss er fyri í einari sending. Tí verður eisini gjørd ein eykasending av Tí tú ert kvinna , har vit hoyra eina longri samrøðu við kvinnurnar báðar. Tí tú ert kvinna er í útvarpinum mikudagar…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗