One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsGilli fekk orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry

Gilli fekk orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry

Faroe IslandsBy Uni L. HansenSep 15, 2026, 11:44 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 15, 2026, 11:44 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Gilli Brend í Hoyvík er kendur myndamaður í Føroyum, her hann hevur avmyndað mangt eitt brúðarpar. Men herfyri fekk Gilli Brend í Hoyvík, sum í løtuni er í lestrarørindum í Spania, møguleikan at filma og taka myndir av Hay festivalinum , sum bleiv fyriskipaður í Segovia í Spania. Hay Festival er bókmenta- og listafestivalur, ið hevur sín uppruna í Wales, og sum verður fyriskipaður runt heimin. Í sambandi við festivalin í Segovia, var Gilli Brend í Hoyvík so heppin at fáa orðið á heimskenda sjónleikaran og skemtaran Stephen Fry , ið er forseti fyri Hay Festival Global. Burturúr spurdist ein hugtakandi samrøða, ið kann síggjast á Youtube-rásini hjá Gilla, @GILLIFILMS .

Eg kundi sjálvfylgjandi spurt hann um Hay Festival-tiltakið ella okkurt annað vanligt, men tá man fær ein slíkan møguleika, haldi eg, mann skal taka kjansin og royna at gera tað til okkurt serstakt Gilli Brend í Hoyvík, myndamaður Hví var tað áhugavert at fáa orðið á Stephen Fry? »Umframt at hava sæð Stephen í sjónvarpsrøðini 'QI' , so havi eg eisini fylgt við nógvum, sum hann hevur gjørt og skrivað. Harafturat er hann eisini forseti fyri Hay Festival Global, sum var netupp tað tiltakið, sum eg var settur at filma og taka myndir av. Tá eg sá, hvussu familja og vinir reageraðu, tá eg segði, at eg møguliga fór at fáa orðið á Stephen Fry, gekk tað upp fyri mær, hvussu stórt tað veruliga var. « Hvat tosaðu tit um? »Eg kundi sjálvfylgjandi spurt hann um Hay Festival-tiltakið ella okkurt annað vanligt, men tá man fær ein slíkan møguleika, haldi eg, mann skal taka kjansin og royna at gera tað til okkurt serstakt. Eg mátti líka lodda dýpið og vita, hvussu Stephen var, áðrenn eg fór í holt við mína Plan A, sum var at spyrja hann stuttligar og øðrvísi spurningar. Men tá hann byrjaði við at siga, at hann helt tað var…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS