One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Frændur syngja síni løg - fyri fyrstu ferð í Varpinum

Frændur syngja síni løg - fyri fyrstu ferð í Varpinum

Faroe IslandsBy Lív MikkelsenOct 30, 2026, 4:16 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 30, 2026, 4:16 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Tá vinmenninir Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Rani Noløse funnu saman í bólkinum Frændum í ungdómsumhvørvinum í Klaksvík miðskeiðis í 1980-árunum, vóru teir ungir, idealistiskir og fullir av tónleiki. Teir skrivaðu sangir og tekstir um frið, kærleika, rættvísi, tjóðskap, náttúru og samfelagsviðurskifti. Og fólk tóku skjótt undir við tónleikinum: – Eg var ein droymandi og leitandi ungur idealistur, sum fegin vildi seta orð á tíðina og lívið, sigur Steintór Rasmussen, tá ið hann verður biðin um at lýsa seg sjálvan, tá ið Frændur byrjaðu. Eftir at fyrstu sangirnir fingu góða móttøku í ungdómsumhvørvinum í Klaksvík, vaks hugurin at fara í upptøkuhøli. Soleiðis byrjaði ein tónleikaferð, sum nú hevur vart í meira enn fýra áratíggju. Frændur løgdu nógv fyri í upptøkuarbeiðnum og hava givið fimm plátur út: Saman við tær (1984), Frændur II (1986), 80'ini (1988), Mítt land (1992) og Frændur V.

Sangirnir hjá teimum eru vorðnir fólkaogn. Í ár eru 40 ár liðin, síðani Frændur II kom út, og hóast nógv er broytt síðani miðskeiðis í 1980-árunum, liva sangirnir frá Frændum enn. Á fagnaðarkonsertunum í Varpinum um vikuskiftið fer bólkurin, saman við nøkrum av fremstu tónleikarum í Føroyum, at framføra alla plátuna umframt fleiri av kendu løgunum, sum hava fylgt føroyingum í fleiri ættarlið. Sangir um samfelag, tjóðskap og kærleika Við sangum um kríggj, frið, rættvísi og frælsi verða Frændur ofta lýstir sum ein samfelagskritiskur bólkur. Tá ið Frændur II kom út í 1986, var heimurin merktur av kalda krígnum. Óttin fyri einum kjarnorkukríggi fylti nógv í almenna kjakinum, og hetta sæst eisini aftur í fleiri av sangunum hjá bólkinum. Men fyrsta lagið á Frændur II, Føroyar, snýr seg ikki bara um tjóðskap og politikk. Tað er eisini ein heiður til vøkru føroysku náttúruna. Steintór, Rani…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS