Fosturtøkulógin aftur fyri tingið
What the source reports
Løgtingið skal nú aftur viðgera spurningin um fosturtøku. Miðflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at broyta fosturtøkulógina. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivar Steffan Klein Poulsen, formaður floksins, at við uppskotinum verður tað framvegis kvinnan, sum ger av, um hon vil hava fosturtøku ella ikki.
Tó verður sett sum krav, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku. Harumframt skal kvinnan fáa í boði eina ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum. Eisini skjýtur Miðflokkurin upp, at at tær kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, anonymt skulu upplýsa, hví tær biðja um fosturtøku. Lógaruppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta fosturtøkulógina kemur til 1. viðgerð í løgtinginum 24. september. Undirheiti: Miðflokkurin sigur, at tað skal vera krav, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð,…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗