One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsFormaðurin í Fólkaskúlaráðnum: Vit mugu øll taka í egnan barm

Formaðurin í Fólkaskúlaráðnum: Vit mugu øll taka í egnan barm

Faroe IslandsBy Sigurjón EinarssonSep 11, 2026, 4:46 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 11, 2026, 4:46 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Nýggja PISA-kanningin vísir, at føroyskir næmingar duga alsamt verri at lesa. Føroyskir næmingar fáa í miðal 428 PISA-stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og 42 prosent av næmingunum eru nú undir markinum fyri virkisført lesføri. Úrslitið kemur tó ikki óvart á Jónleif Johannesen, formann í Fólkaskúlaráðnum. – Nú mugu vit øll taka í egnan barm. Bæði næmingar, lærarar, foreldur og alt samfelagið sum heild. Og vit mugu eisini hava størri virðing fyri fólkaskúlanum, sigur hann.

Serliga illa stendur til hjá dreingjunum. Genturnar fáa í miðal 449 PISA-stig í lesing, meðan dreingirnir fáa 407. Munurin millum kynini hevur ongantíð verið størri, síðan Føroyar komu við í PISA í 2006. Jónleif Johannesen heldur, at skal gongdin vendast, so krevur tað broytingar – ikki bara í fólkaskúlanum, men eisini í hugburðinum hjá okkum øllum til skúlan. – Vit mugu øll taka okkara part av ábyrgdini, sigur formaðurin í Fólkaskúlaráðnum. Publish (dagfesting): Fríggjadag, September 11, 2026 - 19:35 Mynd: Media:…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS