Fjórði hvør hevur upplivað kynsligan ágang
What the source reports
Fjórði hvør hevur onkuntíð í lívinum verið fyri kynsligum ágangi og hjá nógvum merkjast avleiðingarnar langt inn í vaksnamannalívið. Tað vísir spildurnýggj landsumfatandi kanning, sum varð løgd fram á ráðstevnu hjá KRIS í Norðurlandahúsinum í dag. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum 1840619 Ágangur byrjar tíðliga 26 prosent av uppliva kynsligan ágang, og ágangurin byrjar ofta tíðliga í lívinum. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju kanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri KRIS.
1000 fólk , sum øll eru yvir átjan ár, hava luttikið í kanningini. Meginparturin av teimum vóru undir 18 ár, tá ágangurin hendi fyrstu ferð. Avleiðingarnar Kynsligur ágangur kann hava álvarsligar avleiðingar fyri fólk. Men kortini eru tað nógv, sum ongantíð siga nøkrum frá áganginum, sum tey hava upplivað. - Foreldur skulu tosa opið og ikki fordømandi við børn um hetta, soleiðis at tey ikki halda tað er skeivt ella býtt at tosa við tann vaksna um, sigur Erling Fles, sálarfrøðingur hjá Kris Erling Fles, Kris ráðstevna, mynd: Bjarni Árting Rubeksen…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗