One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsFøroyar venja nettrygd

Føroyar venja nettrygd

Faroe IslandsBy Jógvan JákupssonSep 18, 2026, 5:10 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 18, 2026, 5:10 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Føroyar venja er navnið á nettrygdarvenjing, sum Fjarskiftiseftirlitið skipar fyri í oktobur. Eftirlitið sigur, at vejingin føroyskum virkjum og stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur hjá Fjarskiftiseftirlitinum, greiðir frá, at undir venjingini sita luttakarar saman, kanska 6-8 luttakarar, sum so fáa nøkur hugsað dømi, har tey skulu taka eina avgerð. Eitt hugsað dømi kann vera, at kt-skipanin hjá einum arbeiðsplássi er yvirtikið av teldusníkum, og so fáa tey fýra valmøguleikar, fyri, hvat tey so skulu gera.

Netálop eru ikki ókend, heldur ikki í Føroyum Seinastu árini hava ið hvussu so er tvey sonevnd ransomware-álop verið, sum hava verið frammi í almenna rúminum. Hitt fyrra var í august 2022. Teldusníkar fingu atgongd til kt-skipanirnar Effo og bronglaðu upplýsingarnar, soleiðis at fyritøkan ikki fekk atgongd til tær uttan at gjalda loysigjald. Hitt seinra var í septembur 2024, tá Klaksvíkar kommuna misti atgongd til sínar telduskipanir á sama hátt. - Er mann væl fyrireikaður, so kann eitt netálop hava minni ávirkan á eina fyritøku. Er mann als ikki fyrireikaður, so kann fyritøkan steðga heilt upp, í øllum førum í eina tíð. So tað snýr seg øgiliga nógv um, hvussu væl fyrireikaður mann er. Tað kostar einki at vera við í venjingini, og Fjarskiftiseftirlitið hevur longu merkt ein áhuga fyri venjingini. Tað byrjar við…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS