Føroyar fyrireika seg til fiskivinnusamráðingar við Russland
What the source reports
Viðurskiftini millum Russland og vesturheimin eru versnað uppaftur meira seinastu tíðina, og støðan er sera spent. Men samgongan er samd um, at føroyska fiskiveiðusamstarvið við Russland skal halda fram, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Hann fer at hava ráðførslu við uttanlandsnevndina um málið, og ætlanin er, at samráðingarnar skulu vera í desember. Tær vera talgildar, sum tær hava verið seinastu árni.
Bárður á Steig Nielsen, mynd: Bjarni Árting Rubeksen Frítekst tagging: Bárður á Steig Nielsen mynd: Bjarni Árting Rubeksen Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Uppsjóvarfiskurin er í løtuni so mikið væl fyri, at ICES í síðstu viku mælti til at hækka mest loyvdu veiðu á øllum trimum stovnunum. Tilmælið fyri svartkjaft, sum er tað fiskaslagið, sum russarar fiska mest av í føroyskum sjógvi, er ein millión og 64. 000 tons, sum eru 25 prosent meira enn tilmælið fyri í ár. Tilmælið frá ICES fær stóran týdning fyri samráðingarnar. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗