One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsEldradepil fluttur til festið hjá mammuni

Eldradepil fluttur til festið hjá mammuni

Faroe IslandsBy Sigurjón EinarssonSep 18, 2026, 5:17 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 18, 2026, 5:17 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Á býráðsfundinum í gjár skeyt Bergur Robert Dam Jensen upp at flyta eldradepilin í Kollafirði av Todnesi til Norðreki. Býráðið hevði annars samtykt at fara víðari við ætlanini á Todnesi fyri einum ári síðan. Fyrst varð við níggju atkvøðum móti fýra samtykt at loyva uppskotinum til atkvøðugreiðslu. Síðan bleiv sjálv flytingin samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. Mamman er festari Sambært tinglýsingini eigur Føroya Jarðargrunnur jørðina á Norðreki, meðan mamma Berg Robert Dam Jensen er skrásett sum festari.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum situr í Heilsu- og eldranevndini umframt í Byggi- og býarskipanarnevndini, atkvøddi ímóti flytingini. Hon sigur við Kringvarpið, at tað er býráðslimurin sjálvur, ið eigur ábyrgdina at siga frá, um viðkomandi er ógegnigur í einum máli, áðrenn atkvøtt verður. Hon sigur eisini, at avgerðin hevur steðgað arbeiðnum við eldradeplinum, og at tað nokk eisini fer at seinka verkætlanini við at byggja nýggjan eldradepil í Kollafirði, og tað heldur hon vera harmiligt. Kringvarpið hevur roynt at fáa Berg Robert Dam Jensen at svara spurningum um flytingina og hansara gegni í málinum, men hann hevur ikki svarað telefonini, sms-boðum ella telduposti. Publish…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS