Eingin játtan til serlæknapulju - Læknafelagið rópar varskó
What the source reports
Lækafelagið rópar varskó, nú ætlanin er at strika serlæknapuljuna á fíggjarlógini næsta ár. Felagið sigur, at serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv, men næsta ár verður eingin peningur játtaður. Ein arbeiðsbólkur hjá Heilsumálaráðnum í 2024 mælti til, at serlæknapuljan skuldi halda fram, og at játtanin kundi hækkast, tí skipanin hevði virkað væl. Tørvur á serlæknum Tað hevur leingi verið ein avbjóðing at fáa nóg mikið av serlæknum til Føroya.
Samstundis veksur talið av eldri borgarum, og tørvurin á kanningum og viðgerð veksur. Tí veksur tørvurin á serlæknum, sigur Læknafelagið. Í frágreiðingini “Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum”, sum Heilsumálaráðið gav út í 2024, var mælt til at økja talið av normeraðum serlæknastørvum í Sjúkrahúsverkinum úr 68 upp í 121. Játtanin í fjør var slakar fýra milliónir, men næsta ár verður hon flutt til vanliga raksturin at fíggja longu sett størv. Men eingin nýggj játtan kemur í puljuna til fleiri serlæknastørv í 2027,…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗