Effo keypir tvey feløg í Hirtshals
What the source reports
Orkufelagið Effo hevur í dag keypt tvey feløg í Hirtshals í Danmark, Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab. Tað skrivar Effo í tíðindaskrivi. Felagið skrivar, at keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og økir bæði oljugoymsluna, veitingarmøguleikarnar og tænastustøðið hjá felagnum. Orkufelagið Effo og Hirtshals Keypið verður framt gjøgnum Carl Jensens Marinelager, sum Effo eigur saman við vinnulívsfólkum í Hirtshals.
Í sambandi við keypið broytir Carl Jensens Marinelager navn til Effo Danmark, og samlaða virksemið í Danmark verður frameftir rikið undir tí navninum. Hirtshals er ein týðandi havn fyri bæði fiskivinnu og sjóvinnu, og Effo sær góðar møguleikar fyri at menna virksemið víðari við støði í býnum. Og við Effo Danmark verður virksemið savnað undir einum felags navni og einum sterkari grundarlagi, stendur í tíðindaskrivinum. Undirheiti: Keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗